Tað gekk fyri tað mesta javnt á í dystinum í Høllini á Hálsi í kvøld.
Norðlýsið fylgir dystinum í Havn í kvøld.
Dysturin byrjar kl. 19.45. Hjá Team Klaksvík eru at síggja til allir leikarar tøkir í kvøld. Í málinum er tó Bent Hansen við ístaðin fyri Rasmus Magnusson. Martin Ritto var ikki við seinast, men hann er við í kvøld.
2 min.: 2-0 til Team Klaksvík(TK). Andrias Ellingsgaard og Sámal á T. Olsen hava skoað málini. Kyndil byrjar við at mansuppdekka Zarko Pejovic.
3 min.: 2-1. Tróndur Jensen
6 min.: 3-2 til TK. Andrias Ellingsgaard
7 min.: 3-3. Josef Abrahamsen
9 min.: 5-3 til Kyndil. Tróndur Jensen
11 min.: 5-4. Igor Petrikeev
13 min.: Jákup Joensen minkar um til 7-5.
14 min.: Dánjal Kjærbo til 7-6.
Kyndil mansuppdekkar eisini Igor Petrikeev, sum tó hevur staðið úti á vonginum fyri tað mesta. Nú er 9-7, har David Edvardsen hjá Kyndil er mest eyðsýndur.
15 min.: Jens Pauli Mohr til 9-8. Kyndil hevur tepra leiðslu og tað gongur nú rættuliga javnt á. Hjá Team Klaksvík byrjaðu Eli, Jens pauli, Igor, Zarko, Sámal, Jákup og Andrias. Einasta skiftingin hevur verið, at Dánjal Kjærbo er komin inn fyri Andrias Ellingsgaard. Teir hava báðir verið eyðsýndir í álopspartinum.
16 min.: Igor til 9-9.
17 min.: Nú er TK aftur á odda. Sámal skoraði til 10-9.
18 min.: Dánjal til 11-9. Samstundis 2 minuttir til Josef hjá Kyndil.
20 min.: 12-10 til TK
22 min.: David Edvardsen til 12-12. Nú hevur Kyndil yvirtakið. Framvegis mansuppdekka teir bæði Zarko og Igor.
24 min.: 14-12 til Kyndil. Josef og David fáa sítt spæl at koyra nú hjá teimum grønu.
25 min.: Frá 9-12 til 14-12 uppá 6 minuttir. Tað er gongdin í løtuni, men framvegis er spenningur í dystinum. TK hevur tikið time out.
26 min.: Jens Pauli Mohr hevur fingið tveir minuttir fyri aðru ferð. Nú hevur Team Klaksvík skorað aftur tvær ferðir. 16-14.
27 min.: Jákup Joensen við sínum 4. máli. 17-15 til Kyndil.
28 min.: Andrias Ellingsgaard til 17-16
Kyndil hevur nú tikið time out og er í álopi. Tað skiftir skjótt í hesum dystinum, men ongantíð eru fleiri enn 3 mál á muni.
Hálvleikur: 17-16 til Kyndil
Tað hevur verið ein spennandi fyrri hálvleikur, har liðini hava skiftst um at verið á odda. Team Klaksvík førdi við 3 málum, men síðani kom Kyndil framum við 3 málum. Í hálvleikinum rann saman aftur og bara 1 mál er á mun. Tað ávirkar álopsspælið hjá Team Klaksvík, at Zarko og Igor blíva mansvardir, men 16 mál í 30 min. benda á, at aðrir hava tikið ábyrd. Teirra millum Jákup Joensen, Andrias Ellingsgaard og Dánjal Kjærbo, sum allir hava skorað fleiri mál í part.
Fleiri myndir eru nú komnar frá fyrra hálvleiki.
33 min.: 19-16 til Kyndil, sum eru byrjaðir betri.
34 min.: 19-17 Andrias Ellingsgaard
35 min.: 20-18 Igor
36 min.: 20-19 Zarko
38 min.: 20-20 Zarko
39 min.: Martin Ritto legði TK á odda, men Kyndil svaraði aftur bara nøkur sekund seinni. 21-21.
41 min.: 22-21 til Kyndil.
43 min.: Sámal á T. Olsen til 23-22. Kyndil hevur leiðsluna aftur.
44 min.: 26-23 til Kyndil, sum hevur størri yvirskot nú, meðan útiliðið ger fleiri persónligar feilir.
46 min.: Josef til 27-24. Men Sámal skorar beinanvegin aftur. 27-25.
Rótut spæl nú, har Kyndil framvegis hevur tvær mansuppdekkingar á Zarko og Igor. Og tá leikararnir samstundis eru móðari enn áður, so blívur tað ikki nógv spæl.
48 min.: Martin Ritto til 27-26.
49 min.: Sámal til 27-27
Nú verður David Edvardsen mansuppdekkaður. Tað ávirkar spælið hjá Kyndil.
52 min.: TK hevur havt tveir møguleikar at lagt seg á odda, men hava ikki tikið av. 28-28 nú.
54 min.: So er Kyndil aftur á odda við 2 málum. Finnur Hansson gongur á odda.
55 min.: 31-28 til Kyndil. Tað sær út sum at ein líknandi løta er nú sum í fyrra hálvleiki, har einki koyir hjá TK, meðan Kyndla leikararnir meira trúgva uppá tað. Enn er framvegis einki avgjørt, men nú skal TK vinna inn aftur skjótt.
56 min.: Bárður Johannesen avgerð helst dystin. 32-28.
58 min.: Sámal hevði møguleikan at minkað um til 33-31, men tók ikki av. Sostatt er dysturin helst avgjørdur.
Liðugt: Sámal skorðar seinasta málið í dystinum. Dysturin endaði 35-31 til Kyndil. Tá 8 minuttir vóru eftir var javnleikur 28-28 og Team Klaksvík hevði tvær ferðir møguleikan at leggja seg framum, men vóru ikki nóg kaldir í avgerandi løtunum. Ístaðin steðgaði heilt upp seinastu løtuna og Kyndil vann at enda 35-31. Hjá Team Klaksvík ávirkaði tað álopsspælið, at Zarko og Igor blivu mansuppdekkaðir allan dystin, men liðið skoraði 31 mál, so tað vóru ikki mál, ið manglaðu men heldur at ov nógv mál fóru inn.