Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Noy takk til almennan stuðul

John William Joensen

Nú løgtingið viðger fíggjarviðurskiftini hjá miðlunum vilja vit á Norðlýsinum gera greitt at vit ynskja ikki at fáa stuðul úr landskassanum. Men vit høvdu ynskt at tað almenna og børn hjá tí almenna ikki kappaðust við okkum á privata lýsingamarknaðinum.

Í samband við viðgerð í tinginum eru vit ikki hoyrdir og sum so hava vit heldur ikki tikið støðu til fyriliggjandi uppskot. Men vit halda at politiska skipanin eigur at fylgja tilráðing frá Kappingarráðnum og gera ein skilnað millum alment og privat virksemið – eisini í føroyska miðlaheiminum.

Norðlýsið