Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pensjónsvirksemið í BankNordik verður styrkt

Tíðindaskriv

BankNordik hevur tikið avgerð um at styrkja pensjónsvirksemið í samtakinum við stovnseting av nýggjari pensjónseind, sum fer at halda til á høvuðsskrivstovu bankans í Tórshavn.

BankNordik hevur tikið avgerð um at styrkja pensjónsvirksemið í samtakinum við stovnseting av nýggjari pensjónseind, sum fer at halda til á høvuðsskrivstovu bankans í Tórshavn.

– Vit meta tíðina vera búna til at víðka um pensjónstilboðið til kundar okkara. Tí hava vit ment eina nýggja tænastu, ið skal veita kundunum eina heildarloysn á pensjóns- og tryggingarøkinum, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

Pensjónsøkið í samtakinum verður skipað av nýggjum í samstarvi við vinnu- og privatkundadeildir bankans. Í hesum sambandi tekur Hans Peter Clementsen, deildarleiðari á deild bankans í Klaksvík, við starvinum sum pensjónsleiðari í BankNordik 1. januar 2014. Hans Peter skal standa á odda fyri menningini av einari langtíðarætlan fyri framtíðar pensjónsvirkemið í bankanum, og eisini skal hann leiða virkisøkið fyri føroyska partin av samtakinum.
Umframt at hava verið deildarleiðari á deild bankans í Klaksvík í 10 ár hevur Hans Peter drúgvar royndir við ráðgeving innan privat-, vinnu- og íløguøkið. Eisini starvaðist hann sum leiðari á Íløgudeild bankans í Tórshavn í tíðarskeiðnum 2008 – 2009.

Nýggjur deildarleiðari í Klaksvík
Samstundis sum Hans Peter Clementsen tekur við starvinum sum pensjónsleiðari í BankNordik, fer hann úr starvinum sum deildarleiðari á deildini í Klaksvík. Nýggjur deildarleiðari verður Marjun Kalsø, sum í løtuni virkar sum kundaráðgevi á deildini. Marjun hevur hollar royndir innan ráðgeving av kundum bankans, og hon hevur áður m.a. havt ábyrgd av privata útlánsvirkseminum á deildini. Eisini virkaði hon sum deildarleiðari í Klaksvík í tíðarskeiðnum 2008-2009. Marjun byrjar í nýggja deildarleiðarastarvinum í Klaksvík 1. januar 2014.”