Tá Norðlýsið var framvið longu kai fyri løtu síðani, stríddust teir við at binda bátarnir enn betri. Har liggja m.a. Ågot og Jákup B. Tað stendur eisini nógv á, tí vindstyrkin er øgulig í løtuni.
Í býnum sóust eisini sløkkiliðsmenn, sum m.a. kannaðu Bank Nordik, um alt var í lagi har. Men enn er ikki stórvegis skaðar komnir. Vindurin økist gjøgnum kvøldið, men minkar aftur á midnátt. Og so er hetta bara upphitingin til enn verri veður í annaðkvøld.
Sí video niðri undir, har ein kann síggja, hvussu vindstyrkin var úti á longu kai í kvøld.




