Gott 70 stormskaðar eru fráboðaðar politinum og megin parturin av skaðunum eru hendir í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðurstreymoy, so brunaliðini og bjargingarfeløgini hava úr at gera í løtuni.
Færøernes Politi – 2013-12-15 18:51 GMT
Gott 70 stormskaðar eru fráboðaðar politinum og megin parturin av skaðunum eru hendir í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðurstreymoy, so brunaliðini og bjargingarfeløgini hava úr at gera í løtuni.
Viít heita framvegis á fólk um at halda seg innandura og so vítt møguligt ikki koyra við bili, tí tað er nógv leysafæ, sum fýkur runt og kann gera nógvan skaða.
Heitt verður eisini á fólk, um bert at ringja til 1-1-2 alarmsentralin, tá brúk er fyri bráðfeingishjálp. Fráboðanir um vind- og stormskaða kunnu fráboðast til politiið á tlf. 351448




