Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjølbroytt og spennandi skrá í Leikalund og Spaniastovu

Leikalund

Leygardagin 21.des. kl. 16 verður barnakonsert við EIVØR. Leygarkvøldið kl. 22 verður konsert við TEITUR.

SPANIASTOVA

Mynda- og málningaframsýning:

4.-20.des. Málningaframsýningin – Útróðrarbørn. Sálmar lívsins. – hjá Amariel Norðoy.

7.des.- Myndaframsýningin FØROYAR 1911 hjá Per á Hædd.

14.-20.des. Málningaframsýningin Útrróðrabør. Sálmar

Leygardagin 21.des. kl. 16 verður barnakonsert við EIVØR. Hon framførir løg úr bók/fløgu síni ”Skrímslið – lítla systir mín”. Atgongumerki á kr 50 kunnu keypast í Leikalund ella bíleggjast á tlf. 457151.

Leygarkvøldið kl. 22 verður konsert við TEITUR. Árliga jólakonsert hjá TEITUR verður ein sitandi solo konsert har hann spælir løg av nýggju fløguni “Story Music” umframt onnur løg av øðrum útgávum. Atgongumerki á kr 200 kunnu keypast í Leikalund ella bíleggjast á tlf. 457151.

LEIKALUND

Mikukvøldið 18.des. kl. 19 kemur tann nýggja kanónin innan føroyskan krimiskaldskap – Páll Nolsøe at hugleiða um nýggju bók sína, Brot, og føroyskan krimiskaldskap sum heild. Eisini verður upplestur úr bókini, og møguleiki verður at seta høvundanum spurningar. Bøkurnar fáast til keyps í Leikalund, og høvundin signerar fegin bøkur.

Hóskvøldið 19.des. kl 20 verður frásigarakvøld. Rudolf Joensen er vertur, tá vit fáa vitjan av Óla Olsen, rithøvunda.

Fríggjadagin 20.des. kl. 16 koma Rakul Ró Steintórsdóttir og pápi hennara Steintór Rasmussen, sum eru aktuell við filminum Dýr er barnaverð, at syngja og spæla. Tey signera eisini fegin filmar og fløgur.

Leygardagin 21.des. kl. 14 kemur Súsanna Skaale, sum fyri kortum hevur givið út bókina ”Um bara hann slóg meg” – um sálarligan harskap móti kvinnum, at signera bøkur.

Leygardagin 21.des. kl. 15 koma Elisabeth Akursmørk og Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum hava skrivað vælumtóktu bøkurnar, Lætt og Leskiligt, at signera bøkur.