Nú ber aftur til at ognað sær eitt árskort til allar heimadystirnar hjá KÍ í EFFO-deildini
Trúgvu áskoðararnir hjá KÍ kunnu nú aftur keypa eitt árskort til allar heimadystirnar í EFFO-deildini. Steypakappingin er ikki umfata av hesi avsláttarskipan.
Hetta er samstundis eitt gott gávuhugskot til jóla. Undanfarin ár hava eisini fyritøkur keypt árskort til síni starvsfólk.
Kostnaðurin er 900 kr. fyri árskortið ella slakar 70 kr. fyri hvønn einstakan heimadyst.
Árskortini fáast við at venda sær til Jóhann Lützen á tlf 221991 ella á t-post johlut@klaksvik.fo




