Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnahúsið letur upp

John William Joensen

Nú letur fyrsta Barnahúsið upp í Føroyum. Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt og samskipað samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap.

Nú letur fyrsta Barnahúsið upp í Føroyum. Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt og samskipað samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap.

Barnahúsið skaltryggja, at førleikarnir at taka sær av kynsligum ágangi og øðrum harðskapi móti børnum, eru savnaðir á einum stað.

Barnahús er skipan, sum er kend í londunum kring okkum. Longu í 1998 lótu tey upp Barnahúsið í Íslandi, sum er skipað eftir amerikonskum leisti, har tey hava havt sokallað Children’s Advocacy Centers síðani 1985. Íslendska Barnahúsið er víðagitið og fyrimynd hjá nógvum londum í Evropa. Í Danmark lótu fimm Barnahús upp 1. oktober í ár.

Endamálið er, at børnini skulu fáa eitt gott heildartilboð um hjálp og viðgerð á sama stað. Talan er um eitt trygt stað, har børnini kenna seg væl at koma, og har avvarðandi myndugleikar so koma til barnið í staðin fyri, at barnið skal ferðast runt til ymiskar myndugleikar.

Barnahúsið verður formliga skipað við avtalu millum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta og Kommunufelagið, sum varðar av Barnaverndarstovuni.

Tað verður Barnaverndarstovan, sum fer at umsita og reka Barnahúsið.

Virksemið í Barnahúsinum fevnir um at avhoyra barnið og kanna, um barnið hevur verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi.Harumframt fáa barnið og familjan kreppuhjálp og ráðgeving í Barnahúsinum.

Løgtingið hevur sett 500.000 krónur av árliga til at skipa Barnahúsið.