Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sum hundar um heitan greyt

John William Joensen

Fyri løtu síðan feldi løgtingið eitt uppskot frá Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík. Undir viðgerðini kom enn einaferð til sjóndar at fleiri tinglimir síggja tað sum dupultfunktiónir at almennir stovnar eru uttanfyri miðøkið.

Fyri løtu síðan feldi løgtingið eitt uppskot frá Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík. Undir viðgerðini kom enn einaferð til sjóndar at fleiri tinglimir síggja tað sum dupultfunktiónir at almennir stovnar eru uttanfyri miðøkið.

Hóast smærru sjúkrahúsini umboða einans 10% av samlaðu útreiðslunum hjá Heilsuverkinum koma tey í heilum í fokus undir tingviðgerini.

Formaðurin í Framsókn, sum á tingsins røðarapalli segði at tað var ein forrættur at búgva í Havn – helt fram, at um tingið megnar at finna semju í tunnilsmálinum so verður neyðugt hjá løgtinginum at fremja ”rationaliseringar” m.a. í Heilsuverkinum og hesum tóku m.a. Rodmund Nielsen og Reimund Langgaard fult undir við. Hóast teir ikki nevndu Klaksvíkar Sjúkrahús, so er eingin ivi um at hetta var tað sum teir meintu við.

Tað er óskiljandi at ein stovnur sum Klaksvíkar Sjúkrahús skal fylla so nógv í politisku skipanini og serliga hjá ávísum politikarum, tí sambært fíggjarlógini er Klaksvíkar Sjúkrahús ikki ein stovnur sum er serliga merkisverdur.

Úr Fíggjarlógaruppskotinum 2014

Samlaðu netto útreiðslurnar hjá Landskassanum til Heilsumál í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 eru settar til 939,2 mió. Kr.

Millum størstu útreiðslu postarnar eru (rakstrarjáttan):

Landssjúkrahúsið 393,9 mió. (42%)

Serviðgerð uttanlands 143,2 mió. (15%)

Klaksvíkar Sjúkrahús 63 mió. (6,7%)

Suðuroyar Sjúkrahús 53,3 mió. (4%)

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 far Klaksvíkar Sjúkrahús ein hækking í rakstrarjáttan sum svarar til lønarvøksturin.

14 ár uttan nevniverdugar íløgur á smærri sjúkrahúsunum

Á Fíggjarlógini seinastu 14 árini til og við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 hevur landskassin brúkt tilsamans 780,7 mió. kr. til íløgur í tey trý sjúkrahúsini.