Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ísland fekk 11,9% av samlaðu makrelkvotuni og sama tilboð var givið Føroyum

John William Joensen

Norra hevur í dag ásett sær sjálvum eina fyribilskvotu av makreli og tað sama er vantandi at ES fer at gera. Samstundis er greitt at Ísland komandi ár fær 11,9 % í sín part. Í ár ásettu Føroyar sær sjálvum tað sum svarar til 17% av samlaðu veiðuni og verður ein semja funnin milum Føroyar og hini strandalondini verður tað upp til landsstýrismannin at avgera um skerjingin í makrelfiskiskapinum skal raka allar teir sum fiska ella um talan verður um at minka tann partin sum er felagskvota.

– Vit vildu ikki læsa okkum fastan á 11,9 % men nú fáa vit at síggja hvat samráðingarnar komandi dagarnar fara at geva. Annars fara vit í næstum at áseta okkum sjálvum eina fyribilskvotu so fyrireikingarnar til næsta ár kunnu byrja. Verður ein semja millum strandalondini so er tað ein áhugaverdur spurningur hvussu vit fara at skerja fiskiskapin, men í løtuni er hetta ein opin spurningur. Tó hava øll verið greið um at tann fiskiskapur sum vit hava uppliva í ár ikki fer at halda fram í óavmarkaða tíð, sigur Jacob Vestergaard.