Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Semingsroynd miseydnaðist

Tíðindaskriv

Semingsmenninir hava í kvøld slept royndunum at fáa semju millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar. Tað verður tó onki verkfall hesumegin nýggjár.

Semingsmenninir hava í kvøld sleptroyndunum at fáa semju millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar.Tað verður tó onki verkfall hesumegin nýggjár.

Síðani mikudagin 4. desember havasemingsmenninir roynt at fáa semju um nýggjar sáttmálar millum FøroyaPedagogfelag øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðiðhinumegin. Men í kvøld góvu semingsmenninir skarvin yvir og løgdu frá sær.
”Nógv uppskot um loysnir hava verið uppi og vent, men nú halda vit, at allirmøguleikar eru royndir, og tí síggja vit onki endamál við at halda fram”, sigurTerje Sigurðsson, semingsmaður.

Onki semingsuppskotHóast semingsroyndirnarhava hildið á í út við 16 dagar, so varð ongatíð nakað ítøkiligt semingsuppskotlagt fyri partarnar.”Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at vit alla tíðinagera okkum púra greitt, at okkara leiklutur er at finna semju. Tí eiga vitheldur ikki at leggja eitt semingsuppskot fram, um vit ikki hava góðar grundirat halda, at tað kann fáa undirtøku. Tí annars kunnu vit framprovokera einakonfliktstøðu, og tað er júst tað, vit ikki skulu”, sigur TerjeSigurðsson.Semingsstovnurin er nú úti úr myndini og fer ikki aftur til verkauttan so, at hann verður boðsendur av pørtunum. Tó hevur hann sambærtsemingslógini heimild at leggja upp í, áðrenn eitt hóttandi verkfall ellaverkbann gerst veruleiki.”Ta støðuna havi eg tó ilt við at ímynda mær, tí vithava sum sagt troytt allar møguleikar. Tí má okkurt nýtt koma á borðið, um vitav okkara eintingum skulu taka semingsroyndirnar upp aftur”, staðfestir TerjeSigurðsson.

Verkfall hóttirNýggja støðan merkir, atstríðandi partarnir nú standa at frítt at lýsa ávikavist verkfall og verkbannvið fáum tíma freist.Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, sigurtó, at tey ikki taka stríðsstig hesumegin nýggjár.”Eg fari nú væl og virðiligaat kunna øll okkara álitisfólk um støðuna, og so mugu vit síggja beint eftirnýggjár, hvussu fram skal farast. Vit vóru nú komin har til, at vit kundu ikkislaka meira í nøkrum prinsipiellum viðurskiftum”, sigur hon.Maud Wang Hansenstaðfestir, at ongin politikari – hvørki fyri land ella kommunu – hevur sitiðvið samráðingarborðið, síðani samráðingarnar byrjaðu 28. august.

 

Harleywoodpaint