Afturvendandi og hugnaliga tiltakið hjá skúlunum, har farið verður í kirkju seinasta skúladag fyri jól var í morgun kl. 10.30. Magnus Brahé Jørgensen, perstur hevði prædikuna og eini 1000 børn, ung og lærara møttu upp.
Afturvendandi og hugnaliga tiltakið hjá skúlunum, har farið verður í kirkju seinasta skúladag fyri jól var í morgun kl. 10.30. Magnus Brahé Jørgensen, perstur hevði prædikuna og eini 1000 børn, ung og lærara møttu upp.
Skúlin á Ziskatrøð, Skúlin við Ósánna, HF, Húsarhaldsskúlin, Serskúlin, Skúlin á Brekku, lærarar, býráðslimir og stovnar vóru við til fjálga tiltakið við øllum teimum bestu jósasangunum, kanska fleiri enn 1000 fólk tilsamans.
Eftir prædikuna fekk Rógvi Dam, kendur frá sendingini ”Rógvi og Drekin” orðið. Hann dugdi á ein serliga lættan hátt at daraga børnini við inn í jólaevangeligið og fá tey at vera partur av frásøgnini.
Undir urguni sita altíð “gomlu lærarnir”, sum eru farnir frá, men gleðiliga koma aftur til henda serliga dagin, í eisini ger teimum jólini kær.
Stuttligt var eisini at síggja, at tað verður sett við uppi á loftinum við urguna. Her hava Andras Sólstein og Eiler Rasmussen, sáli spælt horn í nógv ár til felagssangin afturvið urguni. Men nú var tað Ári Sólstein, sonur Andras og Petur Pauli á Hædd sum 12 ára gamlir, ið spældu frálíka væl uppá horn, fyri at stuðla undir urguna og felagssangin annars.
Aftan á Í Betlehem, Føgur er foldin, kom Gleðilig jól til endans. Tá plaga børnini at syngja so hart, at takið hevur hug at lætta sær á, men so var ikki rættiliga hesa ferð. Men við inniliga og fagra sanginum og tí hugni, vakra og rúmliga Christianskirkjan kveikir við hesum mongu glaðu og spentu børnum, sum gleða seg til jóla – eru jólini sungin inn.




