Tollaksmessudag eru liðin 100 ár síðani bátsvanlukkurnar í Norðoyggjum. Í hesum sambandi verður minningarguðstænasta tollaksmessukvøld klokkan 18.00.
Tollaksmessudag eru liðin 100 ár síðani bátsvanlukkurnar í Norðoyggjum. Í hesum sambandi verður minningarguðstænasta tollaksmessukvøld klokkan 18.00.
Símun Hansen rithøvundur tekur til í einari av sínum greinum um hesa vanlukku.
Avbera vakur var hesin dagur tá ið hann kom úr havi og lokaði mangan bátin til havs; men ofta býr fals undir fríðum skinni. Komnir á fiskileið brendi hann á av lagum landnyrðingi og kolasvart í kavaroki, so knappliga sum úr byrusmúla.
Tá ið vestfallið kom, gjørdist sjóvarillskan við oyggjarendarnar ov stór fyri opnar bátar. Tá ið dagurin var at enda komin vóru tríggir bátar burturgingnir, ein av Skarði, ein úr Kunoy og ein úr Norðdepli. Bert 10 dagar undan gekk Svínoyarbáturin burtur.
Tollaksmessukvøld kl.18.00 verður minningarguðstænasta í Christianskirkjuni, har Jógvan Fríðriksson Biskupur prædikar og Hanus á Gørðum sóknarprestur luttekur.
Hans J Glerfoss lat úr hondum yrkingiuna “yvir søgubrot”, ið lýsir henda sorgarleik. Páll Sólstein hevur gjørt lag til hesa yrking, og verður tað framført til hesa guðstænastu.




