Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nissur runnu í býnum í gjár

Treysti

Í gjár skipaði Treysti fyri Nissurenning í Klaksvík. Veðrið var bara heilt gott meðan nissurnar runnu, og nissur ræðast hvørki vind ella regn.

Einar 40-50 vælupplagdar stórar, smáar, eldri, yngri renninissur møttu í Intersport kl. 12.00. Stutt aftaná fóru allar nissurnar rennandi runt víkina. Runnið bleiv inn í ymsar handlar (Berglon, INN, FK, Nema, Skós, J.A.P., VeraKlipt) at heilsa uppá. Eisini varð leiðin løgd inn til Heimið við Vágna, at heilsa uppá fólk og starvsfólk har, og tey tóku væl ímóti teimum mongu nissunum.
Eftir at allar nissurnar vóru komnar aftur til Intersport bjóðaðu tey okkurt gott undir tonna. At enda fór lutakast fram millum tær mongu nissurnar um karameleskjur og eisini eitt par av renniskóm.
Sum tað sær út, so er hetta tiltakið, sum verður fyriskipað seinasta leygardagin áðrenn Jólaaftan, út til at blíva afturvendandi.
Hetta er kortini ikki seinasta rennitiltak, sum Treysti fyriskipar áðrenn Jól, tí Jólaaftansmorgun skipa tey fyri árligu Kirkjurenningini frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna, og øll eru vælkomin við har eisini. Møtt verður í Badmintonhøllini kl. 9.00.
Nakrar myndir frá Nissurenningini eru at finna niðanfyri og fleiri myndir eru at finna í myndasavninum hjá Treysti: www.picasaweb.com/treysti