Fyrireikararnir lata væl at undirtøkuni til innandurakappingarnar í Klaksvík millum jóla og nýggjárs.
Á hvørjum ári skipar fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, fyri stórari innandurkapping í Klaksvík.
– Vit arbeiða hvørt ár við at gera kappingina betri. Síðani 2008 hava vit skipað fyri innandurakapping fyri yngru deildir, men síðani er hetta voksið út, so kappingin í ár eisini umfatar sjómannakapping og kapping hjá teimum vaksnu. Okkara fatan er, at fólk hava verið væl nøgd og tí vóna vit aftur í ár at fáa nakar góðar dagar í KÍ høllini. Sum nakað nýtt, so fara vit at taka nakrar av finalunum upp á video og leggja hesar út seinni. So vónandi kom vit uppá eini 120 lið ella 500-600 leikarar, sum vit høvdu í fjør. Higartil er undirtøkan betri enn um somu tíð í fjør, so tað sær gott út, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Skráin fyri dagarnar sær soleiðis út:
Leygardagin 28. desember: U8, U10, U12 og U14
Sunnudagin 29. desember: Sjómannakapping, U16 og U18
Mánadagin 30. desember: Vaksin
Í KÍ høllini verður kaffi, toast og annað at fáa til keyps. Tilmelding fer fram á tlf. 261221/228660 ella á t-post blaabylgjan@blaabylgjan.com Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 26. desember kl. 19.00. Annars finst alt um kappingina á www.blaabylgjan.com




