Hóast partarnir boðaðu frá, at sáttmáli var gjørdur, so verður hetta nú av ongum.
Hóast partarnir boðaðu frá, at sáttmáli var gjørdur, so verður hetta nú av ongum.
Heiðrikur Christiansen er formaður í B36 og hann váttar fyri nordlysid.fo, at støðan nú ger, at skiftið hjá Rógva Joensen verður av ongum.
– Vit hildu okkum hava gjørt alt rætt, men nú eru upplýsingar komnar fram um, at vit hava gjørt sáttmála við Rógva Joensen undir skeivum fortreytum. Kendu vit tær fortreytirnar frammanundan, so høvdu vit ikki farið í samráðingar. Vit hava roynt at loyst trupulleikan, men nú er semja millum partarnar um, at Rógvi Joensen ikki spælir við B36 í 2014. Men lat meg eisini leggja afturat, at tað ikki er nakað ilt millum B36 og TB, sigur Heiðrikur Christiansen við nordlysid.fo.
Hann sigur, at B36 nú arbeiðir við at fáa styrk inn á miðvøllin, men at vit koma inn í 2014, áðrenn hetta verður klárt.
Sum Norðlýsið skilir, so er tað upphæddin fyri uppaling, sum er trupulleikin fyri skiftinum. TB eigur rætt uppá eina upphædd á umleið 50.000 kr. og tað er hetta sum ger, at B36 ikki velur at gera sáttmála við Rógva.




