Á fundi í býráðnum beint undan jólum avgjørdi ein tepur meiriluti (3-2) av býráðslimunum at lækka beinleiðis rakstrarstuðulin til Víking úr 500.000 kr. í 2013 niður í 400.000 kr. í 2014
Á fundi í býráðnum beint undan jólum avgjørdi ein meiriluti (3-2) av býráðslimunum at lækka beinleiðis rakstrarstuðulin til Víking úr 500.000 kr. í 2013 niður í 400.000 kr. í 2014
Úr gerðabókini:
Skoti verður upp at stuðlað Víkingi við 500.000 kr. eins og undanfarin ár.
Fyrst bleiv atkvøtt um broytingaruppskoti og atkvøtt bleiv soleiðis:
Atkvøður fyri :
Árni Jacobsen og Oluffa Joensen
Atkvøður ímóti:
Jóhan Christiansen, Hjalti Dalheim og Hanna Jensen
Síðani bleiv atkvøtt um tilmæli hjá mentunarnevndini og fíggjarnevndini og atkvøtt bleiv soleiðis
Atkvøður fyri:
Jóhan Christiansen, Hjalti Dalheim og Hanna Jensen
Atkvøður ímóti :
Árni Jacobsen og Oluffa Joensen (við tí viðmerking at tey taka undir við at stuðla kr. 400.000)




