Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðulin til Víking fer samanlagt væl upp um hálva millión

John William Joensen

Tað sigur varaborgarstjórin í Eysturkommunu, Oluffa Joensen, sum greiður frá at umframt beinleiðis stuðul á kr. 400.000 er ætlanin at kommunan eisini skal rinda aðrar útreiðslur fyri Víking. Hetta ger at samla ferð stuðulin í ár væl upp um hálva millión kr.

Tað sigur varaborgarstjórin í Eysturkommunu, Oluffa Joensen, sum greiður frá at umframt beinleiðis stuðul á kr. 400.000 er ætlanin at  kommunan eisini skal rinda aðrar útreiðslur fyri Víking. Hetta ger at samla ferð stuðulin í ár væl upp um hálva millión kr.

Varaborgarstjórin í Eysturkommunu, greiður frá at av nýggju býráðslimum vóru tríggir ógegnigur til at viðgera stuðulin til Víking, og tá ein býráðslimur fekk brádliga forfall vóru bara fimm býráðslimir til sjálva viðgerðina.

– Víkingur skjeyt upp fyri býráðnum at lækka beinleiðis stuðulin til felagið úr 500.000 kr niður til 400.000 men so skuldi kommunan átaka sær at rinda el og olju til húsið við vøllin í Leirvík og skýlið við vøllin í Sørpugeri. Harafturat skjeyt Víkingur upp at Eysturkommun eisini skuldi løna umsjónarfólki til at hava eftirlit við fótbólts skýlinum. Hetta vóru eg og Árni Jacobsen ímóti, tí hetta ger at stuðulin til víking verður munandi hægri enn 500.000 kr. árliga og tí mæltu vit til at býráðið jattar ein blokk á kr. 500.000 til Víking og so má felagið megna at húsast fyri hesar pengarnar.

– Men hetta vann ikki frama og tí hevur býráðið samtykt at játta beinleiðis stuðul til Viking umframt at býráðið nú eisini átekur sær at rinda fyri el og hita í fótbóltsskýlinum í Gøtu og felagshúsinum í Leirvík. Harafturat arbeiðir kommunan við at seta ein umsjónarmann at hava ábyrgd av fótbóltsskýlinum í Gøtu.

– Vit vilja sjálvandi eisini stuðla ítróttinum men tað eru eisini onnur frítíðarfeløg í kommununi og tá kommunan átekur sær rakstrarútreiðslur hjá einum felagsskapi eggjar tað ikki til fíggjarligt skynsemi. Tí vildu eg og Árni hava stuðulin fæstlastan í ein blokk, men tað fingu vit ikki undirtøku fyri.