Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík heiðrar mentafólki!

Oliver Joensen

Í samband við stóra nýttárstiltakið, ið verður á posthúshorninum, fer Klaksvíkar Kommuna at heiðra ein av okkara fremstu persónum, ið hevur verið virkin og hevur framt dygdargóð avrik innan mentanarligt virksemi í kommununi.

– Vit heiðra, tá ið tað gongst ítróttinum væl, vit heiðra tey ið gera eitt sjálvboðið arbeiði við at geva teimum Ársins Rósu, og vit heiðra okkara sjómenn á Sjómannadegnum, men vit mangla at heiðra okkara framúr mentafólki, sum skapa list á ymiskum økjum innan mentan. Klaksvík hevur fostrað nakrar av fremstu tónleikarum, sjónleikarum, rithøvundum og listamálarum. Tey seta Klaksvík á heimskortið, og tað skulu vit viðurkenna tey fyri, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Ætlanin er, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, ið er við til at gera nýggjárið til nakað serligt. Viðurkenningin, ið býráðið letur, verður kallað “Listavirðisløn Nólsoyar Páls”, sum minni um ein av kendu monnunum við einari ríkari søgu, sum hevur verið knýtt til Klaksvík.

Umframt handanina av “Listavirðisløn Nólsoyar Páls”, verður eisini skipað fyri tónleiki og undirhaldið frá kl. 22.00 til kl. 24.00 nýggjársaftan.

Harleyfacadeacryl