Russisk skip fara nú fyri fyrstu ferð í føroyskan sjógv til fiskiskap eftir sild. Við hesum taka russar alment frástøðu til ES handilsstongsulin sum er grundaður á at ES metir føroysku sildakvotuna sum ólógliga og sum tí beinleiðis var orsøk til at ES setti handilstiltøk í verk móti Føroyum.
Russisk skip fara nú fyri fyrstu ferð í føroyskan sjógv til fiskiskap eftir sild. Við hesum taka russar alment frástøðu til ES handilsstongsulin sum er grundaður á at ES metir føroysku sildakvotuna sum ólógliga og sum tí beinleiðis var orsøk til at ES setti handilstiltøk í verk móti Føroyum.
Russar hava ongantíð áður fiskað sild undir Føroyum og sum skilst standa føroyskir reiðarar spyrjandi. Teir skilja ikki hví føroyskir myndugleikar velja at geva russum part av sildakvotuni samstundis sum samlaða sildakvotan er minkandi og ikki minst nú russar hava gjørt tað sera trupult hjá føroyskum fiskaútflytarum at koma inn á russiska marknaðin.
Samstundis sum Russland nú beinleiðis ferð at lutta í fiskiskapinum eftir norðhavssild í føroyskum sjógvi hevur Russland við stuttum skotbrá sett fleiri stórar norskar fyritøkur sum útflyta fiskavørur til Russland á svartalista eins og gjørt var við føroyskar fyritøkur – uttan nakra almenna frágreiðing. Hetta verður tikið sum at Russland roynir at spæla við vøddunum undan næsta umfar í strandalanda samráðingunum sum ikki enn er endaliga avtalað.
Russisk skip hava áður fiskað sild sum loyvd hjáveiða í føroyskum sjógvi, men ikki nærtil tær nøgdir sum teir nú sleppa at fiskað. Avleiðingin er at sildafiskiskapurin hjá russum verður beinleiðis mótroknaður tí sum føroysk skip fáa tillutað.
Viðurskiftini millum Føroyar og Russland ísakøld
Tá russar byrjaðu at fiska undir Føroyum, meðan kalda kríggið leikaði uppá tað harðasta, vóru sera góð viðurskifti millum føroyskar og russiskar myndugleikar, men seinastu árini er samskiftið vorið alsamt truplari. Ein av størstu føroysku fiska útflytarunum eru framvegis útihýstir frá at selja til Russland og tá seinastu samráðingarnar vóru fingu føroyingar knívin á barkan – fingu russar ikki sild frá føroyingum vóru føroyingar útihýstir frá at fiska tosk í Barentshavinum.




