Leygardagin 4. Januar verður stór dartkapping í Klaksvík. Kappast verður fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum í spælinum 501 ”Double in” ið merkir, at tú bæði skalt byrja og enda við einum double. Bæði kvinnur og menn kunnu kappast. Elitan í føroyskum dart spæli hevur boðað frá luttøku. Hjá kvinnunum er talan um Joan Edvør Thomasen, meðan bæði føroyameistarin í fjør Barður Olsen og í løtuni besti spælari í landinum Remy G. Hansen hava boðað frá luttøku. So tað verður “creme a la creme” innan føroyskt dartspæl í Klaksvík leygardagin. Øll dart áhugaði kunnu melda til kappingina. Tilmelding er í hølum felagsins frá kl. 11:00 til kl. 12:55. Fyrst verður spælt einstaklingakapping og aftana tvímansleikur.
Mennirnir spæla 501 ”dobble in” og kvinnurnar Mickey Mouse. Kostnaður er 100 kr. fyri einstaklingar og 100 kr. parið. Øll eru vælkomin. Kappingin verður á loftinum í fyrrverandi Klubbanum.




