Skattainntøkan, hjá Nes kommunu, fyri 2013, er næstan tann sama sum í 2012, ella 0,18 prosent hægri. Ein vøkstur uppá 61.118 krónur. Hetta vísir fyribilsuppgerðin fyri 2013, sum Taks kunngerð í dag
3. januar 2014
Avrokningin fyri desember í ár er uppá 2.924.475 krónur, ímóti 3.013.177 krónur í fjør. Talan er sostatt um 88.702 krónur minni, ella 0,29 prosent.
Í 2013 var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu sambært uppgerðini hjá Taks, 33.193.162 krónur í mun til í fjør, tá inntøkan var 33.132.043 krónur, ella 88.110 krónur meiri. Hetta svarar til eina meirinntøku uppá 0,18 prosent.
Avroknaða fyribilsinntøkan fyri 2013 er 1,8 prosent hægri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2013.
Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5, og hevur verið óbroytt síðani 2006.




