Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur og B68 gjørt avtalu um Jann Inga

Jákup Ósá

Ólavur Thomsen úr Effonevndini hjá Víkingi váttar, at Víkingur og B68 í dag hava gjørt eina avtalu sum ger, at Jann Ingi Petersen spælir við B68 í ár.

Portalurin skrivaði fyrr í kvøld, at Jann Ingi Petersen skiftir til barndómsfelagið B68. Samráðingar hava verið millum feløgini í longri tíð, men tað hevur allatíðina verið mett, at tað fór at vera trupult at fáa sáttmála bundna leikaran leysan. Jann Ingi var tó ikki avvísandi fyri møguleikanum at skofta til B68 fyrr í ár. Men nú er so greitt, at feløgini er samd. Tað váttar Ólavur Thomsen, sum situr í Effonevndini hjá Víkingi.

– Leikarin hevði eitt stórt ynski um at sleppa at spæla við barnsdómsfelagnum og hetta hava vit so virt. Í dag gjørdu B68 og Víkingur eina avtalu, sum báðir partar vóru væl nøgdir við. Vit arbeiða við at styrkja hópin við einum stórum profili til álopspartin, men enn eru ongar konkretar samráðingar. Tað kann eisini koma uppá tal at styrkja liðið við tveimum leikarum, nú miðvøllurin er viknaður, sigur Ólavur Thomsen.

Sostatt hevur B68 styrkt væl um sentrala miðvøllin við Evrard Blé og Jann Inga Petersen.