LEIÐARIN: At velja Pál Joensen til ársins ítróttarfólk er eitt sera gott val, men tað broytir ikki tann veruleika at Kringvarpið og Suni Merkistein gjørdu eitt grovt mistak ikki at geva føroya fólki møguleikan eisini at atkvøða fyri hetjuni sum serliga føroysk kappróðrarfólk eiga í Livar Nysted.
LEIÐARIN: At velja Pál Joensen til ársins ítróttarfólk er eitt sera gott val, men tað broytir ikki tann veruleika at Kringvarpið og Suni Merkistein gjørdu eitt grovt mistak ikki at geva føroya fólki møguleikan eisini at atkvøða fyri hetjuni sum serliga føroysk kappróðrarfólk eiga í Livar Nysted.
Í merkisverdari verjurøðu sum var send fjølmiðlunum gjárkvøldi sigur Suni Merkistein, sum annars er eitt skilafólk m.a. soleiðis:
” Í mínum huga var okkara uppgáva at finna tey, sum hava fingið bestu úrslitini í skipaðum ítróttarkappingum millum mótstøðufólk, ið kappast á jøvnum føti. Havrógvingin hjá Livari er nakað annað. Hann er ikki í kapping móti øðrum, mest móti sær sjálvum. Hann og hinir eru víkingar, sum bjóða frumkreftunum av. Er nakar kappingarneyti, so eru tað aðrir, sum hava roynt seg á sama teini fyrr….”
Hetta er ein syndarlig umbering og ein ikki sørt fávitskut útsøgn, tí øll ítróttarfólk eru eins og Livar ”mest í kapping við seg sjálvan”. Skal ein ítróttarmaður avrikað nakað sum helst er neyðugt at hann megnar at vinna á sær sjálvum og venur miðvíst fyri at kunna avrika tað besta sum hann reint kroppsliga og ikki minst sálarliga kann avrika – og tað er fyrst og fremst ein kampur sum hvørt ítróttarfólk sær hevur við seg sjálvan – og júst tí eru brøgdini hjá Livari sera týdningarmikil.
Skulu vit álíkavæl fylgja logikkinum hjá Suna Merkistein so er tað ein enn størri skandala at Kringvarp Føroya ikki vildi heiðra avrikið hjá Livar Nysted sum ”ársins bragd” ella hvat nú rætta heitið er.
Eftir stendur at Kringvarp Føroya vrakaði avrikið hjá Livar Nysted við als ikki at hava hann millum kandidatarnar tá Ársins Ítróttarfólk 2014 skuldi finnast, og hesa viðferðina hevði Livar Nysted ikki uppiborið.




