Fyri lítlari løtu síðan komu boð um at saknði maðurin sum leita hevur verið eftir síðan syndarligu vanlukkuna í Oyndarfirði nú er funnin út fyri Rættargjógv
Fyri lítlari løtu síðan komu boð um at saknði maðurin sum leita hevur verið eftir síðan syndarligu vanlukkuna í Oyndarfirði nú er funnin út fyri Rættargjógv.
Tað vóru froskmenn sum funnu líkið stutt frá ástaðnum har vanlukkan hendi. Enn hava myndugleikarnir ikki alment eyðmerkt líkið, men tað er lítil ivi um at talan er um 20 ára gamla Rana í Billustovu.




