Myndarøð: Í dag var triðja KÍ venjingin á skránni. Veðrið hevur verið hampuligt higartil til at venja í. Í dag vóru likindini góð, tá KÍ hópurin vandi. Fleiri avboð vóru til dagsins venjing, men fleiri ungir óroyndir leikarar, sum ongantíð hava spælt í bestu deildini, eru eisini millum teir, ið venja við. Har kunnu nevnast John Daniel Gudjohnsson, Jóannes Bjartalíð og Andrias Frederiksberg. Ein annar gamal kenningur í hópinum hevur eisini vant við fyrstu dagarnar. Tað er Rudolf Eliasen, sum í fjør byrjaði í ÍF, men sum seinni als ikki spældi fótbólt.
Sum skilst spælir KÍ fyrsta venjingardystin leygardagin 25. januar móti B36 í Gundadali.




