Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liljan og Remy vunnu

Jákup Ósá

Klaksvíkar Dartfelag hevði í gjár eina stóra kapping í nýggju og snotuligu hølum felagsins. 34 dartspælarar úr øllum landinum vóru tilmeldaðir. 

Dagurin byrjaði við at Jóhann Lútzen byraðslimur bjóðaði vælkomin og sannførdi allar luttakararnar við síni vitan um dartskivuna og dartspælið. 6 kvinnur vóru tilmeldaðar og var har kappast í Mickey Mouse. Liljan Jacobsen úr KDF og Eydna Vestergaard úr HDF komu í finaluna. Finalan gjørdist ein ordiligur gysari og vann Liljan 2-1. Hja monnunum vóru 28 spælarar og vóru teir deildir í 4 bólkar við 7 í hvørjum. Spælt var spæli 501 (double in) ið merkir, at ein skal raka ein double fyri at koma inn í spælið. Remy G. Hansen úr Æðuvík og Uni Árting úr HDF komu í finaluna og vann Remy hana 5-2. Nr. 3 gjørdust Bogi Isaksen úr KDF og Esmar Mikkelsen úr Gøtu. Tvímansleikin vunnu Remy G. Hansen og Esmar Mikkelsen í finaluni á Una Árting og Naldo. 


Úrslit, kvinnur:

Nr. 1: Liljan Jacobsen KDF

Nr. 2: Eydna Vestergaard HDF

Nr. 3 Judit Eliasen KDF og Hanna Nielsen KDF 


Menn: 

Nr. 1 Remy G. Hansen Æðuvík 

Nr 2 Uni Árting HDF 

Nr 3 Bogi Isaksen KDF og Esmar Mikkelsen Gøtu 


Tvímansleikur: 

Nr 1. Remy G Hansen / Esmar Mikkelsen Æðuvík/Gøtu 

Nr 2. Uni Árting / Naldo HDF 

Nr 3. Haldor Ellingsaard / Hanni Ellingsgaard Fuglafjørður og  Bárður Olsen / Henning Thomsen HDF


Kelda og myndir: Klaksvíkar Dartfelag