Ferðslan í undirsjóvartunlunum setti met í 2013 har tilsamans hálv onnur mió. akfør vóru skrásett koyrandi gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin. Í Norðoyatunnlinum øktist ferðslan 5,9% og í Vágatunlinum øktist ferðslan 4,3% í mun til ferðsluna í 2012.

Frá tunnilsfelagnum verður sagt at økingin í ferðsluni byrjaði beinan vegin í 2014 áðrenn príslækking var sett í verk.
Tunlar í tølum:
Tilsamans 130.000 akfør fleiri vóru skrásett í báðum tunlunum í 2013 samanborið við 2012.
Norðoyatunnilin:
2012
747.368 akfør
2013
791.604 akfør
Øking
5,9%
Akfør í miðal pr. dag 2.167
Vágatunnilin:
2012
594.384 akfør
2013
620.072 akfør
Øking 4,3%
Akfør í miðal pr. dag 1.797
1,4 mió. akfør vóru skrásett koyrandi gjøgnum undirsjóartunnlarnar í 2012. Í øllum landinum eru einans skrásett 30.000 akfør tilsamans.