Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðlahúsið skal rinda Klaksvíkar Kommunu stuðul aftur

John William Joensen

P/F Miðlavarpið sum eigur Rás2 fekk í 2013 útgoldið kr. 25.000 fyri at gera sendingar úr Klaksvík. Men sendingarnar gjørdust ongantíð veruleiki og nú vil borgarstjórin hava peningin aftur.

P/F Miðlavarpið sum eigur Rás2 fekk í 2013 útgoldið kr. 25.000 fyri at gera sendingar úr Klaksvík. Men sendingarnar gjørdust ongantíð veruleiki og nú vil borgarstjórin hava peningin aftur.

Tann 9. Apríl 2013 skrivar stjórin í Miðlahúsinum umsókn vegna Rás2 til Mentanargrunnin hjá Klaksvíkar Kommunu har søkt verður um 30.000 kr. fyri tríggjar mentanarsendingar, sum Rás 2 sambært umsóknini skal fyriskipað í Klaksvík. Tann 18. apríl játtar mentunargrunnurin 25.000 kr. og tann 23. apríl verður peningurin fluttur á konto hjá Miðlavarpið P/F.

Í dag váttar borgarstjórin, Jógvan Skorheim, at umrøddu sendingar vóru ongantíð til veruleikar og tí fer Klaksvíkar Kommuna at seta seg í samband við Miðlahúsið við kravið um at peningurin verður endurrindaður.

Sama søgan í 2012

Í 2012 fekk Miðlahúsið útgoldið 30.000 kr frá Mentannargrunninum hjá Klaksvíkar Kommunu – men tá hevði Miðlahúsið eisini trupult við at liva upp til avtaluna við Klaksvíkar Kommunu, tí hóast Miðlahúsið í umsóknini bant seg til fýra mentunarsendingar úr Klaksvík, bleiv bert sent tríggjar ferðir og tann seinasta sendingin, sum skuldi verða í 2012, varð í staðin send í 2013. Men tær tríggjar sendingarnar sum Miðlahúsið hevur fingið útgoldnan stuðul til í 2013 gjørdust ongantíð til veruleika.

Í skjalið sum Norðlýsið hevur fingið innlit í stendur beinleiðis at stuðulin frá Mentannargrunninum skal endur rindast kommununi um verkætlanin ikki verður framd í verki.

Sambært umsóknini frá Miðlahúsinum kostaði hvør sendingin 19.000 kr. og var umleið 40% av kostnaðinum dekkaður av privatum stuðlum og ætlanin var at stuðulin frá Kommununi skuldi dekka uml. 25% av kostnaðinum. Hóast tað í umsóknini einans var biðji um 28.000 kr. so játtar Mentunnargrunnurin kr. 30.000 í 2012. Árið eftir søkir Rás2 um at fáa 30.000 kr. men tá játtar kommunan einans 25.000 kr.

Sostatt hevur P/F Miðlavarpið fingið 50.000 kr. í stuðli til 7 sendingar hóast tað tá av tornaði einans gjørdust til fýra sendingar.