Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun Joensen kemur ikki til KÍ

Jákup Ósá

Í eina tíð hevur nógvur slatur gingið um, at klaksvíkingurin í B36 møguliga fór at venda aftur til barndómsfelagið. Men leikarin sjálvur sigur, at hann heldur fram í B36.

Tað hava gingið nógvar søgur kring KÍ um, at Símun Joensen møguliga fór at venda aftur til KÍ, har hann spældi fram til 2009. Men nú staðfestir leikarin endaliga fyri nordlysid.fo, at hann heldur fram í B36.

– Eg havi sáttmála við B36 og arbeiði í Havn. So tað verður í B36, at eg spæli í ár, har fyrstu venjingarnar eisini eru farnir afturum. Hvussu verður í framtíðini er altíð trupult at meta um. KÍ hevur eitt sera spennandi lið í ár, sum kann fara allan vegin. Hjá okkum í B36 verður eisini spennandi at síggja, hvussu langt tað røkkur, har vit hava eitt sera ungt lið. Í summar skulu vit eisini út í Europa at spæla og tað er altíð spennandi avbjóðing, sigur Símun Joensen, ið sostatt hevur lagt lok á søgurnar um, at hann møguliga var ávegis til KÍ.