Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havi longst eftir hesum degi

John William Joensen

Síðani eg kom uppí politikk havi eg longst eftir hesum degi tá eldraøkið var lagt út á kommunurnar, segði formaðurin í Framsókn á tingsins røðarapalli fyri løtu síðan og vísti frá sær allar tær ræðumyndir sum ávísir tinglimir hava mála uppá veggin í samband við at kommunurnar skulu fáa fulla ábyrgd av eldraøkinum

– Hetta er ein ásannan av at landsstýrið og løgtingið í spurninginum um eldrarøkt ikki er ført fyri at umsita hetta økið og tí fegnist eg um at eg kann verða við til at flyta hetta økið yvir á kommunurnar.

– Eg havi hug at spyrja løgtingslimir hvat teir halda at ein landspolitikari hevur fram um ein kommunalpolitikara? Hví vita vit betur hvussu eldraøkið skal innrættast??

– Eg ivist onga løtu í at politikarar í kommunum eru betur fyri enn løgtingslimir at menna hetta økið og eru spentir at sleppa til verka.

– Eg vil pástanda at tað átti at verið ein treyt fyri at virka sum løgtingslimur at man fyrst hevði sitið eitt skeið sum býráðslimir tí tey sum virka í býráðspolitikki eru nógv nærri borgarunum og kenna til tann tørv sum borgarar hava.

– Kommunurnar vilja sleppa at røkja sínar egnu borgarar og eg ivist onga løtu í at tey eru fult búgvin til at gera tað

Harleywoodpaint