Tað var tann 8. januar 1935 at Elvis Aron Presley varð borin í heim í fátæka heiminum hjá Vernon og Gladys Presley – ein lítil smátta við tveimum rúmum – í Tupelo, Missippi. Elvis var tvíburður, men beiggi hansara Jessie Garon var deyðføddur. Hóast hann handaðist einans 42 ára gamal, kappast nútíðar sangfuglar um at geva Elvis sangir út og eitt nú sang Celine Dion á palli saman við Elvis fyri 7 árum síðan

Mett verður at Elvis Presley hevur selt meira enn eina milliard plátur/fløgur, sum er meira enn nakar annar í tónleika søguni.
Elvis gjørdist einans 42 ára gamal og á føðingardegnum tann 8. januar 1977, bert fáar mánaðir áðrenn hann andaðist, trein hann enn einaferð á pallin til seinastu professionelt filmaðu konsertina “ELVIS CBS TV SPECIAL”. Konsertin varð bert send einaferð – beint eftir deyða hansara. Graceland hevur síðani nokta fyri at endur útgivið konsertina ella digitalisera útgávuna, sum gjørt er við flestu konsertirnar hjá Elvis. Grundgevingin er at ELVIS var sera illa fyri heilsuliga tá konsertin varð filmað og var heldur ikki í góðari venjing. Tí eru einans kopi av kopi í umferð.
Men í hesum brotinum síggjast afturlítandi myndir meðan Elvis – hóast vánaligu heilsustøðu, á sín heilt serliga hátt framførir “My Way”.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdi Norðlýsið eina sending á Rás2 um Elvis Presley har verturin, John William Joensen, tosar við Ólavur “Presley” Klakk, sála og Karl Martin Samuelsen. Teir sungu saman “love me tender”.