Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

84 ára gamal klaksvíkingur rindað 33.000 kr. til Norðoyatunnilin

John William Joensen

Tað er í nógv størstan mun norðoyingar sum rinda fast hald í Norðoyatunnlin um. Ein 84 ára gamal pensjónistur ringdi til Norðlýsið og greiddi frá at hann síðan N-tunnilin bleiv tikin í brúk – hvønn mána hevði rindað 388 kr. í tunnilshald. Higartil hevur hann goldið umleið 33.000 krónur.

Tað er í nógv størstan mun norðoyingar sum rinda fast hald í Norðoyatunnlin um. Ein 84 ára gamal pensjónistur ringdi til Norðlýsið og greiddi frá at hann síðan N-tunnilin bleiv tikin í brúk – hvønn mána hevði rindað 388 kr. í tunnilshald. Higartil hevur hann goldið umleið 33.000 krónur.

– Eg var millum tey fyrstu sum teknaði tunnilshald tá Norðoyatunnilin varð tikin í brúk í 2006.

Nú ætlanir eru frammi um at vit sum rinda bummgjald í Norðoytunnlinum, eisini skulu verða við til at rinda tunnilsgjald eftir at lánini í tunnlunum eru útgoldin hugdi eg nærri at rokningunum sum eg og konan hava fingið frá Norðoyatunnilinum seinastu árini.

– Og tað er ikki so lítið at vit sum pensjónistar hava goldið. Frá 2006 til dagin í dag hava vit rindað góðar 33.000 kr. Fyrsta rokningin kom tann 23. maj 2006. Baði eg og konan eru pensjónistar og tí eru vit ikki millum tey sum brúka tunnilin nógv. Men hóast tað so hava vit seinastu árini rindað hvønn mánað til Norðoyatunnlin. Hetta er nú ikki so lítið tí samanbera vit hetta við vegskattin so er hann bara 227 krónur um mánan og vegskatt eru allir bilførarar jú við til at gjalda. Nú tosa verður um samhaldsfesti so kundi tað kanska verið hóskandi at lagt 388 krónur oman á vegskattin hjá øllum føroyingum. Men tað høvdu neyvan øll verið glað fyri. Gjaldið sum eg og konan rinda til P/F Norðoyatunnilin er umframt tað sum vit annars rinda til tunnilin umvegis skattin.

– Eg haldið tó at tað kann ikki verða rætt at vit sum noyðast at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin skullu rinda fyri aðrar tunnilsverkætlanir ella sum nú liggur í kortinum at vit eisini skulu endurrinda tað sum vit gjøgnum skattin hava verið við til at sett í Norðoyatunnilin sum partapening.

Hetta er ikki rættvíst tí so er tað ein stórur partur av fólkinum, sum lítið og einki rindar. Haldi eisini tað er óheppið við uppskotinum sum borgarstjórin í Havn kom við har hann í 2010 skjýtur upp at leggja tunnilsgjald sum eitt avgjald á olju. Tí tá verður tað tey sum eru noydd at brúka bilin sum arbeiðsamboð sum rinda tað mesta.

– Eg haldi at skullu vit fíggja tunnilsbygging við einum serligum gjaldi so má tað gerast soleiðis at øll eru við til at rinda sín part. Vit rinda øll fyri tað sum vegakervið kostar og tí er ikki órímiligt at vit løgdu tað umvegis vegskattin – ella sum vit hava gjørt higartil – umvegis skattin.

RED: 84 ára gamli klaksvíkingurin sum saman við konuni kom inn á redaktiónina – ynskti ikki at verða nevndur við navnið.