Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF hópurin næstan endaligur

Jákup Ósá

Ynskiligt er at fáa ein styrk inn afturat til verjupartin, men tað er marknaðurin, ið verður avgerandi fyri, um hetta eydnast ella ikki, sigur Magnus Jørmundsson, formaður í ÍF.

ÍF misti í fjør nakrar leikarar vegna lestur uttanlands, sum tó reistu heim til dystirnar seinasta partin av kappingini. Leikarar sum Jan Ellingsgaard, Høgni Madsen og Øssur Dalbúð vera ikki við í ár, meðan ivamál er um Jákup Mikkelsen, sum ikki tekur endaliga støðu enn, um hann spælir ella ikki. Men harafturímóti verður ein leikari sum Dánjal á Lakjuni, ið bara spældi 457 minuttir í fjør, við frá byrjan og so hevur felagið fingið Karl Løkin og Kristoffur Jakobsen inn í hópin.

Leita eftir einum styrki afturat

Magnus Jørmundsson, formaður í ÍF, sigur í stuttari viðmerking við nordlysid.fo, at ynskiligt er hjá ÍF at fáa ein styrk inn afturat.

– Tað er marknaðurin, sum verður avgerandi fyri, um vit styrkja okkum meir. Men ynskiligt hevði verið at fingið ein leikara inn afturat og tá hevur verjuparturin fyrstu raðfesting, sigur Magnus Jørmundsson við nordlysid.fo.

Hann leggur afturat, at eingin leikari uttanífrá venur við í hesum døgum fyri at fáa sáttmála. Men at onkrir ungir leikarar, sum eru uppvaksnir í felagnum, nú royna seg millum teir bestu.

ÍF hevur eitt silvur pláss bæði í 2012 og 2013 at verja í ár.