Heldur óvæntað hevur Jákup Mikkelsen í kvøld gjørt nýggjan sáttmála við ÍF.
Jákup Mikkelsen hevur í kvøld gjørt nýggjan sáttmála við ÍF.
Tað boðar ÍF hemasíðan frá í kvøld. Hetta kemur nakað óvæntað, tí Jákup boðaði frá fyri stuttari tíð síðani frá, at hann fór at venja fyri seg sjálvan í eina tíð og at vit komu nakað inn í nýggja árið, áðrenn ein endalig avgerð bleiv tikin.
Sostatt hevur ÍF tryggja sær ein týdningarmiklan sáttmála við mest roynda málverjan í Effodeildni, sum eisini er A-landsliðs málmansvenjari.




