Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur einki ímóti at geva almenninginum fult innlit

John William Joensen

KVF avdúkar í dag at setti kanningarstjórin í nógv umrødda málinum um Skálafjarðatunnilin, Annfinn V. Hansen, var sum formaður í Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum í tøttum samskifti við Copenhagen Infrastructure Partners um Skálafjarðartunnilin. Sjálvur sigur Anfinn V. Hansen at talan er um gomul tíðindi og fjølmiðlar kunnu fáa fult innlit í málið.

Eftirlønargrunnurin fekk ein fyrispurning frá CIP um at verða við í eini spennandi ætlan, og tað svaraðu vit játtandi uppá tí tað er okkara uppgáva til einhvørja tíð at syrgja fyri at peningurin í grunninum gevur so gott avkast sum gjørligt.

Fyri at fáa meira at vita um hesa verkætlan vóru vit noydd at skrivað undir eitt trúnaðarskjal, men endin gjørdist at vit takkaðu nei til at verða við.

Hetta málið hevur verið viðgjørt í miðlunum og vit hava einki ímót at geva almenninginum innlit í samskifti. Ein partur er longi latin miðlunum men av tí at vit eru bundin av einum trúnaðarskjalið við ein annan part er nakað av formaliga sum fyrst skal avgreiðast áðrenn restin av skjølunum kunnu latast miðlunum.

Sí skjøl her: