Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strika eftirlønina til løgtings- og landsstýrisfólk

Róði Hansen Dam

Hví skulu løgtings- og landsstýrislimir hava risa stóra eftirløn og sleppa undan at gjalda til sína egnu eftirløn? Tey kunnu tað sama gjalda 15% av lønini til sína egnu eftirløn, júst sum tey siga at øll onnur skula. Teirra pensiónsaldur eigur ikki at vera øðrvísi enn hjá øllum øðrum borgarum.

Nú er undirskriftainnsavnanin byrja, vinaliga skriva undir, so vit fáa ávirkan.

Strika eftirlønina til løgtings- og landsstýrisfólk

Hví skulu løgtings- og landsstýrislimir hava risa stóra eftirløn og sleppa undan at gjalda til sína egnu eftirløn?

Tey kunnu tað sama gjalda 15% av lønini til sína egnu eftirløn, júst sum tey siga at øll onnur skula. Teirra pensiónsaldur eigur ikki at vera øðrvísi enn hjá øllum øðrum borgarum.

Skulu løgtingsfólk og landsstýrisfólk ikki fáa eftirløn?

Jú, tað skulu tey sum øll onnur, men tá tey siga, at øll onnur skulu gjalda 15% til sína egnu eftirløn, so áttu sama skipan verið galdandi fyri tey sjálvi. Tey gjalda einki til sína egnu eftirløn sum er og hon verður tí heldur ikki skattað fyrrenn tey fáa hana útgoldna.

Eg hugsi, at vit fáa frægari politikarar, um tann høga eftirlønin verður strikað. Tí tá hava tey ikki tað at stremba eftir, sum fleiri av teimum uttan iva gera.

Pensiónsaldurin átti at verið tann sami fyri løgtingsfólk, sum okkum onnur. Har verður stórur mismunur gjørdur. Og eg meini heilt víst, at vit fáa verri politikarar við risa høgari eftirløn. Tí skal eftirlønin hjá teimum strikast.


Skriva undir, so vit fáa ávirkan.

http://www.skrivunder.net/strika_eftirlonina_til_logtings-_og_landsstyrisfolk