Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JARÐARFERÐIN HJÁ ROBERTI Á LAKJUNI

Poul Jóhan Djurhuus

– ein hirði hevur lagt stavin

– ein hirði hevur lagt stavin

Mánadagin, 13. januar kl.14.15 ringdi telefonin við boðunum, at Robert á Lakjuni er farin. Mikukvøldið, fyri eini viku síðan, var hann á talarastólinum í Siloa, har hann segði nøkur orð og bað um forbøn fyri einum barni, sum var sjúkt – hetta var seinastu ferð, at samkoman hoyrdi Robert bera eina heilsan fram.

Seinasta hósdag, bert fyri eini viku síðani, varð Robert við skundi førdur á Landssjúkarahúsið, og longu um vikuskiftið var familjan greið yvir hvønn veg tað gekk; men Robert var on til tað síðsta, og hansara seinastu gleðisløtur á fold vóru, tá børn, svigarbørn og abbabørn savnaðust um songina á landssjúkrahúsinum, har hann kundi siga síni seinastu orð við tey øll – og tað gjørdi hann eisini! Vit, sum kendu Robert og Ruth, vitstu, at tað, sum lá teimum tyngst á hjarta var, at øll teirra børn, svigarbørn og barnabørn skula savnast við teimum í Himli ein dag – og nú eru tey bæði komin heim!

JARÐARFERÐIN

Robert fór til gravar í dag, hósdagin 16. januar, kl.13.00 úr Siloa, har hann og Ruth høvdu sítt andaliga heim.

Kistan fór av Kapellinum á Landssjúkarfúsinum (LSH) mikudagin kl.16.00, har svigarsonurin, Jørleif Vang, segði nøkur góð og vøkur orð um verfaðirin.

Páll á Lakjuni

Kistan kom í Siloa kl.18.00, har fitt av fólki var komið saman at taka ímóti kistuni og vísa Roberti heiður. Tað var Páll á Lakjuni, bróðursonur Robert, sum tók ímóti kistuni, sum eisini hevði eitt stutt orð um pápabeiggja sín. “Robert var ein partur av okkara uppvøkstri, og eg ferðaðist sum smádrongur nógv til møtir saman við Roberti og øðrum monnum. Eg minnist serliga væl ein møtitúr til Vestmanna, har Robert var við. Eg minnist, at mær dámdi so væl at hoyra Robert tala, tí hann dugdi so væl at gera tað einfalt, so eitt barn kundi skilja tað hann segði.”

Zacharias Zachariassen

Salurin í Siloa var fullsettur til jarðarferðina i dag. Tað var Zacharias Zachariassen, sum legði fyri við bøn og einum orði um Robert. Hann hevði nógv gott at siga um samverkabróðurin yvir meira enn fimti ár.

Zacharias vísti á, at Robert var millum teir allarfyrstu, sum fóru til Eystur Europa úr Føroyum við humaniterari hjálp: “Robert var fyrstu ferð í Eystur-Europa í 1976, og síðani hevur hann verið fleiri hundrað túrar í Eystur-Europa; seinastu 25 árini í Rumenia.

Í 2012 var Robert ikki færri enn fýra túrar í Rumenia.

Poul Færø

Poul Færø hevði høvuðstaluna undir jarðarferðini. Hann kom inn á barnaheimið hjá Roberti, sum misti pápan, tá hann bert var 8 ára gamal. Mamma Robert, Elisabeth Øregaard, sum var omma Poul Færø, sæt eftir við 10 børnum, men tað var andadráttur bíbliunnar, sum fylti faðirleysa heimi í Niðaru Lakju, og sum bar ígjøgnum alt.

Poul segði m.a: “Eg havi hoyrt Robert sagt, at hann kundi ikki annað enn seta sítt álit á Gud, tá hann sum 8 ára gamal upplivdi hvussu væl Gud hjálpti mammu og teimum øllum, tá pápi var deyður.”

Pápi Robert doyði í 1937. Hann var farin til arbeiðis á Stórubrúgv/kolbrúnni, har hann var áhalsin og druknaði. Eftir hann sótu kona og 10 børn, har tað ynskta var 4 mánaðir, sum var ein drongur. Hesin drongurin er Judmund Øregaard, sum er tann einasti, sum er eftir í dag av hesum 10 systkjum. Hann og konan búgva í Klaksvík.

Poul segði um Robert, at hann var annarleiðis enn hini systkini, tí hann hoyrdi eitt annað kall, sum var at fara út um landoddanar við evangeliinum – og tað gjørdi hann so sanniliga!

Kristina og Jørgin

Kristina er ynskta barn hjá Roberti og Ruth. Hon er gift við danskaranum Jørgin Andersen, og tey búgva í Keypmannahavn. Tey vóru bæði samstundis uppi á talarastólini og søgdu upp á skift nøkur mergjaði orð um pápan og verfaðirin.

Kristina: “Pápi var tann sami heima, sum hann var úti………eg havi sæð eitt lív í teimum, sum er vert hjá okkum børnum at fylgja………..pápi sá møguleikarnar og ikki avmarkingarnar……….pápi var fámæltur, men hann gjørdi meira enn han segði.”

Jørgin: Det bliver ofte sagt, at Robert var stædig, men jeg vil sige at han var vedholdende. Han bad vedholdende for mine vantroende forældre, og i dag er han sammen med dem i Himmelen………..børnene har ikke arvet en million, det kan vi snart blive enige om, men vi har arvet dette, at troen på Jesus holder.”

________

Umframt sangirnar í sangblaðnum, vóru tveir eykasangir. Lakjubrøðurnir sungu sangin: Nú síðan Jesus loysti meg, og Anna Háberg, systurdóttir Robert, sang sangin: Nærri mín Gud til tín.

Á grøvini

Tað hevði hug at regna á grøvini, men tað forðaði ikki Svenningi av Lofti at siga nøkur væl vald orð um vinmannin.

Svenning tók soleiðis til um Robert: “Hann hevði ferðast nógv, men tað var ikki til frítíðaferðir í Suðurlondum, men við evangeliinum um Jesus.”

Eisini vísti Svenning á, at eyðkennið hjá Roberti var kall, halgan, eyðmjúkleiki, ídni og áhaldni.

“Einaferð havi eg upplivað, í býnum Sibiu í Rumenia, at Robert varð umringaður av fólki, tí hann stóð við eini fullari eskju við bíblium. Tey trokaðu so nógv, at endin var at Robert datt, og meðni hann sæt á vegnum býtti hann út bíbliurnar – hetta var Robert,” segði Svenning.

_______

Heilsanir ú Rumenia

Páll á Lakjuni upplýsti undir jarðarferðini, at eitt stórt tal av facebook-heilsanum eru komnar til familjuna, “Robert kom altið í tøkum tíma.” “Her í Rumenia er ein stór familja, sum saknar Robert,” ljóða tvær av heilsanunum.

Stavurin lagdur

Tað er eingin ivi um tað, at Rumenia var hjartabarnið hjá Roberti til hansara doyggjandi løtu! Robert hevði eitt óvikiligt kall til fólkið í Rumenia. Eingin, heldur ikki hann sjálvur, veit við vissu hvussu ofta hann hevur vitjað í Rumenia. Har hevði hann nógvar góðar vinir, sum hann røkti við einum røktingarstavi, sum lá næstur hansara hjarta. Nú hevur Robert lagt røktingarstavin, og tað er eitt stórt “seyðafylgi,” sum syrgir og saknar hann í Rumenia.

Gud signi minnið eftir Robert á Lakjuni!