Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lions Club Tórshavn stuðlar blindum

John William Joensen

Øll inntøkan frá jólatiltakinum, sum Lions Club Tórshavn skipaði fyri í viðarlundini fyrst í desember, er latin Sjóndeplinum til keyp av tveimum tvísúkklum – eisini nevndar tandemsúkklur. Íalt er stuðulin 30 túsund krónur.

Ein tvísúkkla hevur tvey setur og dupult sett av pedalum. Við hesi súkklu kann persónur við skerdari ella ongari sjón hava møguleika at súkkla, tí tað er førarin, ið hevur sjónina, og tískil er førari á túrinum. Ein avbjóðing, ið fólk við skerdari sjón stundum hava, er, hvussu til ber at vera rørsluliga virkin hóast avmarkingar av skerdari ella ongari sjón. Ein tvísúkkla kann verða ein liður í rørsluligu tilgongdini hjá fólki, har Sjóndeplin kann geva teimum upplivingar gjøgnum hesa ítrótt.

At stuðla blindum og sjónveikum, hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Lions í øllum heimsins londum í skjótt 100 ára longu søguni hjá hesum altjóða felagsskapinum.