Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn ein stylistútbúgving í Føroyum

Katrina í Geil

Danska mótavinnan hevur ein árligan umsetning á knapt 40 milliardir (2012). Og tað krevur vitan og kreativitet at kunna finna tað rætta plaggið til rætta fólki.

Danska mótavinnan hevur ein árligan umsetning á knapt 40 milliardir (2012). Og tað krevur vitan og kreativitet at kunna finna tað rætta plaggið til rætta fólki.

Fyri meg er arbeiði sum stylistur fjølbroyt, avbjóðandi og stuttligt.

Uppgávurnar eru spennandi og seta stór krøv til kreativitetin, so ongin dagur er líka.

Sum einasti professionelli klædna-stylistur í Føroyum, við hollari designútbúgving frá Designskolen Kolding og drúgvum royndum innan økið fari eg nú undir at útbúgva onnur, so tey á ymiskan hátt kunnu loysa uppgávur innan økið.

Av praktiskum royndum kann nevnast, at eg umframt at hava ment og skipa fyri “Nýggj Kvinna” í blaðnum “Kvinna”, havi undirvíst og ráðgivið bæði privat og professionellum, kvinnum sum monnum, um allar Føroyar.

Mín roynd er, at føroyingar eru væl vand, tí tey kunnu keypa somu klæðir í Klaksvík, Runavík, Vági og Havn, sum tey selja á Oxford Street í London. Stutt sagt, er føroyski mótin á altjóða støði og krevja vit tí, at ráðgevingin er líka góð.

Tí er mín fatan, at her er ein tørvur á at kunna veita dygdargóða ráðgeving innan hetta økið. Málbólkurin er tí bæði sølufólk og leiðarar innan klædnavinnuna, frisørar, make-upartistar og aðrir vakurleikaserfrøðingar, mótafólk og onnur, sum hava áhuga fyri klæðum og móta.

Í útbúgvingini verður dentur lagdur á praktiskar royndir at menna næmingarnir, so tey kunnu fara til verka beinanvegin.

Viðheft er tíðindaskriv, ið greiðir frá stylist-útbúgving í Føroyum.