Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Treysti góð úrslit í RIG 2014

John William Joensen

Eitt føroyskt met og fimm bólkamet varð úrtøkan hjá rennarunum úr Treysti, sum luttøku í Reykjavík International Games í Laugardalshøllini sunnudagin. 

Marnar Djurhuus luttók í 3.000 metra renninini, har hann seinasta ár setti føroyskt innandura met við tíðini 8.53,03 min. Marnar hevur vant nógv í vetur, og er í løtuni í “tungari” venjing. Spennandi var tí hvussu formurin var, og um nóg nógv ferð var í beinunum til ein skjótan 3.000m. Málið var at renna undir 9 min. og um tað gekk væl at nærkast metinum og kanska undir. Til hetta seinasta kravdist, at tey 15 umførini á 200m blivu runnin uppá 35,5 sekund í snitt. 
Ein av íslendingunum, sum luttók, ætlaði at renna undir 8.40, og honum ætlaði Marnar at fylgjast við so leingi orka var til tað, og tað var tað. Eftir fyrstu 1.000m metrarnar vísti urið 2.54. Marnar lá aftanfyri inntil 1.100m vóru eftir, og tá hevði hann runnið øll umførini uppá 35-36 sekund, men so merkti hann at ferðin fór nakað niður og tí fór hann framum. Urið vísti 5.52 eftir 2.000m, og ætlanin um nýtt føroyskt met sá út til at fara at halda og tað gjørdi hon sanniliga. Síðstu 1.000 metrarnar rann Marnar uppá 2.53 og síðsta umfar uppá 32 sekund. 
Marnar kom á mál, sum nummar tvey, víð tíðini 8.45,27 min. og betraði harvið sítt egna eitt ár gamla føroyska met við næsta átta sekundum. Hetta eisini bólkamet fyri dreingir 19.
Vinnari gjørdist Kári Steinn Karlsson við tíðini 8.16,74 min. Kári Steinn hevur í nógv ár verið tann besti íslensku rennarin og hevur luttikið í fleiri stórum altjóða kappingum. M.a. rann hann marathon uppá 2 tímar og 18 minuttir í OL í London í 2012.
Elin Kristina Ryan, Oddvør Josephsen, Rutt Gregersen og Maria Biskopstø skuldu renna 600m í sama riðili. Hetta var fyrstu ferð at tær luttóku í RIG. Undanfarin ár hava tær luttikið í Stórmót ÍR, sum tær eisini skulu luttaka í næsta vikuskifti.
Fyri einum ári síðani vóru tíðirnar hjá teimum í Stórmót ÍR á 600m teininum hesar: Oddvør 1.55,13, Maria B. 1.58,18, Rutt 2.08,11 og Elin Kristina 2.11,74. 
Tær hava allar vant dúgliga í vetur. Tó hevur Rutt verið darvað eitt sindur av trupuleika í knænum. Málið hjá teimum øllum var at renna skjótari tíðir enn í Stórmót ÍR seinasta ár. Tað málið rukku tær allar væl og virðiliga.
Oddvør byrjar her sín frálíka endaspurt, sum gav henni eitt triðjapláss frammanfyri hesar báðar
Allar fýra runnu væl skjotari enn fyri einum ári síðani og settu allar persónlig met innandura. 
Maria byrjar uppá teir seinastu 100 metrarnar. Elin Kristina og Rutt síggast aftanfyri
Úrslitini hjá teimum blivu: 
Nr. 03 1.46,30 min. Oddvør (Persónligt met og bólkamet gentur 13 ár)
Nr. 08 1.54,28 min. Maria B. (Persónligt met og bólkamet gentur 12 ár)
Nr. 09 1.57,62 min. Elin Kristina (Persónligt met og bólkamet gentur 14 ár)
Nr. 11 2.02,66 min. Rutt (Persónligt met)
Úrslitini hjá 10 teimum fremstu gentunum
Gunnar Sivertsen skuldi renna sama tein, sum genturnar. Hansara besta tíð á teininum var 1.48,77 min. og málið var at seta persónligt met og helst eina tíð millum 1.40 og 1.45. Teir vóru níggju dreingir í kappingini. Útleggið var øgiligt og sjálvt um Gunnar rann fyrsta og næsta umfar uppá 32 og 33 sekund, so lá hann aftast tá teir byrjaðu seinasta umfar. Men tá fór orkan at ganga undan hjá fleiri av teimum fremru. Gunnar hevði orku eftir og fekk sett meiri ferð. Hann fekk fýra dreingir aftur og rann seg fram til eitt flott fimtapláss við tíðini 1.37,60 min. sum er meiri enn 11 sekund betran av hansara persónliga meti og hetta var eisini bólkamet fyri dreingir 15 ár!
Gunnar, sum her liggur aftast, rann eina sera javna og sera góða kapping, og fekk allar hesar aftur á seinasta umfari !

Leygardagin og sunnudagin skulu íðkarar hjá Treysti luttaka í Stórmót ÍR. Tá fara øll hesi seks sum runnu í RIG eisini at luttaka, og fleiri afturat.