Stórt hugnaligt tiltak verður í miðbýnum leygardagin 1. februar í sambandi við, at ísvøllurin letur aftur.
Stórt hugnaligt tiltak verður í miðbýnum leygardagin 1. februar í sambandi við, at ísvøllurin letur aftur.
Leygardagin 1. februar verður tiltakið Vetrarljós 2014. Í stuttum er tað dagurin vit sløkkja jólaljósini og bjóða ljósari tíðum vælkomnum við tónleiki í handlum, á stovnum og við tiltøkum annars. Í hesum sambandi hava handlar í býnum opið til kl. 21.00 henda leygardagin.
Ísvøllurin verður ljósprýddur við ymsum litum eins og á nýggjárinum fyri einum ári síðani. Somuleiðis er møguligt at royna síni kynstur á vøllinum afturvið tónleiki úr hátalarunum fyri seinastu ferð í hesum sambandi. Hetta varar til kl. 22.00, tá Ísvøllurin letur aftur.
Tónleikur verður í býnum frá kl. 17.00 og til kl. 21.00. Hóast hesin tónleikaparturin er til kl. 21.00, so heldur kvøldið heldur á fram við spennandi Vetrarjazzi í Perluni og ikki at gloyma dansitónleiki við Contrazt í høllini á Hálsi.
Endaliga skráin verður kunngjørd seinni.




