Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun væntast klárur til kappingarbyrjan

Jákup Ósá

Símun Samuelsen misti seinasta partin av seinasta kappingarárinum, men hann væntar at blíva klárur til kappingarbyrjan í ár.

Tað var síðst í august, at Símun Samuelsen fekk so mikið stórar trupulleikar av hælsinuni, at hann var noyddur at steðga við fótbóltinum. Síðani er uppvenjing byrjað aftur og hann vant fyri seg sjálvan við einum máli um at blíva klárur aftur til kappingarbyrjan í ár. Fyri viku síðani var Símun hjá læknanum og har fekk hann góð boð.

– Boðini vóru góð, og eg vandi fyri fyrstu ferð í gjárkvøldið við bólti saman við hinum leikarunum. Tað gekk fínt og eg føldi ongar trupulleikar av gamla skaðanum. Men ein kann ikki siga nakað við fullari vissu, fyrr enn ein hevur roynt seg í dysti. Men eg haldi, at tað sær gott út, og eg vænti í løtuni at vera heilt klárur, tá Effodeildin fer í gongd um hálvan mars, sigur Símun Samuelsen við nordlysid.fo.

Símun spældi 19 landskappingardystir í fjør, har hann skoraði 9 mál og legði upp til 10 mál.

Harleywoodpaint