Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roysningurin vitjar Jan Mayen

Søvn Landsins

Kósin móti Jan Mayen var rættiliga miðvís, kanska tí hann visti leiðina til oynna frammanundan.

Kósin móti Jan Mayen var rættiliga miðvís, kanska tí hann visti leiðina til oynna frammanundan.

Roysningurin dvaldi á Jan Mayen í ein dag, áðrenn leiðin gekk víðari. Komin 50 fjórðingar norður úr oynni, endar slóðin, og einki samband hevur verið við roysningin síðan. Tá hevði man fylgt honum í 131 dagar.
Sum kunnugt var roysningurin eisini merktur í 80 dagar fyrru helvt av 2013, so tilsamans hevur man kunnað fylgt við farleið og tilhaldi hansara í gott og væl eitt hálvt ár, frá tí at hann var merktur á fyrsta sinni 21. Mars 2013. Hesa tíðina hevur roysningurin so ikki tráðað eftir at fara aftir til sítt natúrliga búøki í íshavinum. Nú tað ikki eydnaðist at fylgja roysninginum aftur til heimstaðið, vóna vit, at ílegurnar kunnu geva eitt svar uppá, um roysningurin kanska hoyrir til stovnin í Eysturgrønlandi ella við Svalbard.