Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein mió. kr. flytast í skundi frá skúlabygging til Badmintonhøllina

John William Joensen

Í morgin 23. januar kl. 17:30 hevur Klaksvíkar Býráð fund har býráði skal viðgerða støðuna í badmintonhøllini. Støðan er so álvarslig at borgarstjóri og avvarandi nevndarformaður hava sett umvælingararbeiði í gongd. Í viðmerkingunum til skránna fyri fundin verður sagt at møguliga er neyðugt at skifta alla tekjuna. Mælt verður til at ein millión verður flutt frá skúlabygging til Badmintonhøllina.

Frágreiðing um málið:

….Eftir ringa veðrið í heyst/vetur er støðan í hallunum nú so ring, at trupult er at avgreiða venjingar og kappingar annars í hallunum. Serliga í Badmintonhøllini hava verið sera ringar umstøður orsakað av lekum. Tekjan er í sera ringum standi, og ivasamt er, hvussu leingi avvarðandi sersambond góðtaka

umstøðurnar til avgreiðslu av dystum og kappingum. Metingar siga, at tørvur er á at skifta tekjuna í Badmintonhøllini ella í minsta lagi at gera munandi umvæling.

Borgarstjórin hevur í samstarvi við avvarðandi nevndarformenn sett arbeiðið í gongd

Talan er um pengar sum ikki vóru brúktir í 2013 sum nú verða fluttir Badmintonhøllini.

LES ANNARS MEIRA HER