Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar stuðul hjá Guðmundi Joensen

John William Joensen

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt 2 ára stuðulsavtalu við føroyska triathlon íðkaran, Guðmund Joensen.

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt 2 ára stuðulsavtalu við føroyska triathlon íðkaran, Guðmund Joensen.

Guðmundur Joensen sigur, “í 2014 leggi eg alt fyri og tí kemur tað avgjørt væl við, at m.a. Tryggingarfelagið Føroyar og eg hava gjørt stuðulsavtalu. Eg havi valt at leggja tilveruna um, fyri at kunna venja og kappast meir í strembanini eftir teimum absoluttu plaseringunum á altjóða støð. Eg havi havt 2 góð ár, har kurvan hevur vent rætta vegin og vóni og trúgvi eg tí, at við meira venjing og fleiri kappingum, kann eg koma enn longur upp í 2014..”

Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, “Vit vilja stuðla ungum føroyingum, sum gera nógv burturúr og leggja orku í venjing og menning innan ymiskar einstaklinga ítróttargreinar. Okkara samstarv fer vónandi at geva honum betri møguleikar at menna seg og at skapa enn betri úrslit, bæði í Føroyum og uttanlanda.

Tórshavn, 23. januar 2014

Guðmundur Joensen & Tryggingarfelagið Føroyar