Høgni Madsen hevur gjørt sáttmála við EB/Streym.
EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við enn ein profil í føroyskum fótbólti. Hesaferð er talan um Høgna Madsen. Høgni hevur frammanundan umboðað ÍF, KÍ, GÍ og NSÍ. Fyrr í vetur eru Jónas Tór Næs og Pól Jóhannus Justinussen komnir til EB/Streym. EB/Streymur hevur mist Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen.
EB/Streymur endaði seinasta kappingarár á 5. plássi í landskappingini og var í steypafinaluni, har liðið tapti 2. árið á rað móti Víkingi.




