Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KBF 1 føroyameistari í U-13 2

KBF

Tað eydnaðist í dag liðnum hjá KBF 1, at gerast føroyameistari í U-13 bólki 2. Tey leiktu í dag sín seinasta dyst, hann bleiv leiktur í badmintonhøllini í Tórshavn har HBF var vetur, og vunnu KBF1 dystin 5-0. Tey gjørdust sostatt føroyameistarar við fullum stigatali á 15 stig, nummar 2. gjørdist HBF og nummar 3. ÍF.

Liðkapping er ein kapping har lið leika 5 kampir móti einum liði, 1 dámu singli, 2 harra single, 1 mix double og ein harra double, tað liði, sum vinnur flestu kampir vinnur so dystin. Aðren dysturin skulu liðleiðain og vanjarin seta liðið, og mótstøðuliðið setur sítt lið, so lata tey hvør sí seðil inn til dómaraborið, tey vita ikki hvussu hitt liðið setur sítt lið upp. So verða øll nøvnini sett á ein dómaraseðil og dysturin byrjar. Ein leikari kann gott leika tveir kampir, men ikki meir. Øll á liðinum skulu leika minst ein kamp. Liðleiðarar vóru Hjørdis og Trúgvi, so tey gjørdu eitt gott arbeiði saman við leikarunum.

Vit vilja ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku við GULLINUM 🙂

Liðið hjá KBF U-13 bólki 1 gjørdist nummar 2 og fekk silvur.

Liðið hjá KBF U-15-17 gjørdist nummar 3 og fekk bronsu.

Á myndini síggja vit: Aftan frá vinstru Hjørdis Hávarsá venjari, Heðin Hávarsá, Jónas Vágsheyg, Trúgvi Poulsen Liðleiðari. Framman eru Símun Poulsen og Beth Olsen.

Harleywoodpaint