Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aðalfunduin hjá KÍ verður í kvøld

Jákup Ósá

Nýggjar nevndir skulu í kvøldmannast og roknskapurin góðkennast, tá KÍ hevur sín árligaaðalfund.

Allir starvsnevndarlimir standa fyrivali hvørt ár. Tó skal uppskot um formann vera inni 8 dagar áðrennaðalfundin. Tá so einki mótvalevni kom ímóti Tummas Lervig, soer longu greitt, at sami formaður heldur fram. Men fundurin kemur soat avgera, hvørjir hinir nevndarliminir vera. Eisini skal nevndinmannast, sum skal hava ábyrgdina av Effoliðinum. Tað eru gjaldandi limir, ið kunnu atkvøða. Á fundinum verður møguleiki at tekna seg sum lim, um ein ikki longu er tað frammanundan.

Aðalfundurin hjá KÍ verður áloftinum í KÍ høllini í kvøld kl. 19.30. Myndin er frá aðalfundinum í fjør, har nakrir av núverandi starvsnevndarlimum eru á.