Nú veðri eg so ófantaligt er tað fleiri sum gerast sjúk, her eru 5 góð ráð sum styrkja um immunverjuna.
Avleiðingarnar av hesum ringa veðrinum, sum vit í seinastuni hava havt er, at flest av okkum gerast forkøla, fáa ilt í hálsin osv.
So tað er sera umráðandi at styrkja okkara immunverju hesa ársins tíð. Her eru 5 góð ráð til at styrkja immunverjuna.
Vitaminir
Minst til vitaminir. Tað er sera umráðandi at fáa nokk av vitaminum. Helst um veturin er tað D-vitaminin sum er í undirskot.
Um tú hevur mangul uppá D-vitamin eru tey vanligu tekini:
-Møði
-Ilt í vøddunum
-Máttloysi
– Daprir tankar
Fá eitt yvirlit yvir vitaminir her: http://www.netdoktor.dk/vitaminer/oversigtvitaminer.htm
Svøvnur
Tá ið vit sova gera vit hormonir ið uppbyggja kroppin og heilan. Eisini reinsar kroppurin seg tá ið vit sova. So at fara tíðliga í song er umráðandi til ein sunnan kropp og heila.
Fá góð ráð til svøvnin her: http://www.q.dk/MIT-Q/Velvaere/2012-10-undgaa-soevnproblemer-ved-at-finde-din-soevntype.aspx
Ingifer
Rótin yvir allar røtur. Ingifer er góð móti bruna, og tú kanst brúka hana til matin, í ein lekkran smoothie ella í kóka vatn. Eisini styrkir hon immunverjuna, hjálpir móti vaml og um tú hevur eitt ov høgt kolesteroltal er hon góð.
Les um fleiri kryddurtir sum styrkja immunverjuna her: http://www.q.dk/Slank/Mad/2013-38-krydderier-der-styrker-din-sundhed.aspx
Hvítleykur
Er sum Ingifer, bakteriu og virus týnandi. Eisini er hvítleykur fyribyrgjandi.
So um sjúka er á veg ella um tú longu ert blivin sjúkur so er at fáa fatur á hvítleyki sum skjótast.




